Fríðgerð er 55 ár, fødd og búsitandi í Leirvík. Hon er gift Jóhan, og tey eiga 3 vaksin børn.

Samanhald gevur styrki

8 ár eru liðin, síðani Eysturkommuna sá dagsins ljós, og nógv er hent hesi árini. Hóast Eysturkommuna framvegis er ein kommuna í vøkstri, eru vit í støðugari kapping við aðrar kommunur og við útlandið um at fáa borgarar at flyta til og støðast í okkara kommunu, og tað setur krøv til kommununa.

Fyrsta treytin fyri at fólk festa búgv er at hava eitt gott stað at búgva við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum, og at grundstykkir altíð eru tøk í øllum bygdum, at dygdargóðar tænastur eru til børn og ung, og at tey gomlu fáa bestu umstøður at liva í sínum nærumhvørvi. Allir borgarar skulu hava møguleikar at velja, hvussu tey skipa og liva sítt lív her.

Vinnan skal hava góðar karmar at virka og mennast við vælvild frá kommununi. Ferðavinnan skal skipast til gagns fyri okkum øll og geva grundarlag undir vinnumøguleikum í kommununi. Fyri at trívast er neyðugt, at vit røkja bygdirnar væl og fara væl um og støðugt fríðka og viðlíkahalda okkara kommunu, sum er so vøkur og hevur so nógvar møguleikar frá natúrunnar hond.

Eysturkommuna skal brúka teir fyrimunir, vit hava sum Føroya 4. størsta kommuna. Vit skulu taka av teim avbjóðingum, sum framtíðin bjóðar okkum. Eysturkommuna skal framhaldandi verða eitt stað við framburði, har pláss er fyri okkum øllum. Samanhald gevur styrki, og lat tað verða okkara mál, at vit saman menna okkara kommunu til eitt stað, har tað er gott at virka og vera.

Fríðgerð Heinesen
Valevni á lista F í Eysturkommunu