Súsanna er 57 ára gomul og vaksin upp í Vesturbýnum í Havn. Hon býr á Argjum við manni og yngstu dóttrini.

Leigubústaðir sum skjótast

Havnin er við at blíva stórbýarkend soleiðis at skilja, at fleiri flyta til Havnina, enn úr Havnini.

Vit eru í tí hepnu støðu, at rákið sær út til at hava snarað sær á, og nú velja fleiri og fleiri ung at lesa í Føroyum, og enntá venda føroysk lesandi heimaftur. T.v.s. vit hava bráðfeingis tørv á lestraríbúðum. Okkum tørvar tíðarhóskandi, nýhugsandi, grønar og dygdargóðar leiguíbúðarloysnir.

Latið okkum hugsa nýtt og annarleiðis og ikki loysa leiguíbúðartrot siðvenjubundið – vit hava snøgt sagt ikki tíð at bíða. Bara á Fróðskaparsetri Føroya eru oman fyri 700 lesandi . Og komandi summar eru ivaleyst fleiri lesandi, sum standa á berajólum og ongastaðir hava at búgva.

Tað er heilt vanligt uttanlands at byggja sokallaðar modulloysnir, sum bæði húsa skúlum, sjúkrahúsum, barnagørðum, ungdóms- og lestraríbúðum, eldraíbúðum, sambýlum, gistingarhúsum o.s.v., har fólk búgva og arbeiða væl. Hetta ber eisini til í Føroyum. Vit mugu ikki gera sama mistak sum altjóða hotelvinnan fyri nøkrum árum síðani. Siðvenjubundna atferðin at fara á hotel at búgva flott og dýrt er av. Fólk hava hvørki stundir ella vilja brúka pengar til hetta. Tey vilja hava “cab in” loysnina - ella minimalistisk gistingarhús - har tú býrt fyri áleið 600 krónur um samdøgrið ístaðin fyri eitt sindur fínari kamar, har tú lættliga rindar kr. 1500-2000 um samdøgrið. Flyta vit hetta dømið yvir á bústaðarmarknaðin her hjá okkum, skulu vit ikki gera tað vanliga, men finna eina loysn, ið er skjót og snild. So fáa tey ungu lesandi og onnur, sum hava tørv á einum leigubústaði, realistiskt, eina húsaleigu fyri krónur 3500-4000 um mánaðin.

Kommunur í øðrum londum eru týðandi og regluligir viðleikarar, tá ið talan er um at loysa leiguíbúðartørv. T.d. fer Keypmannahavnar kommuna at gera 6000 túsund nýggjar ungdómsleiguíbúðir, sum koma aftrat teimum 11.000 íbúðunum, sum longu eru. Samlað fara kommunurnar á flatlondum saman við privatum íleggjarum næstu 10 árini at gera íløgur í leiguíbúðir fyri áleið 37 milliardir.Hetta er ein kommunal kjarnuuppgáva, ið ger lívið so øðiliga nógv lættari hjá teimum borgarum sum í eitt styttri ella longri tíðarskeið ikki hava møguleikan at keypa sær hús ella íbúð.

Súsanna Olsen
Valevni fyri Framsókn