Bergun og Ruth eru at hitta í Brell á Vaglinum mikukvøldið 26. oktober kl 20.

Hitt Bergun og Ruth í Brell

Bergun Kass og Ruth Vang hava greiðar meiningar um, hvussu Tórshavnar kommuna skal raðfesta skattakrónurnar komandi árini. Hitt tær báðar í Brell mikukvøldið 26. oktober kl 20.

Filmsbrot við Bergun og Ruth sæst her

Framsókn heldur, at fíggjarpolitikkurin skal virða, at tað er borgarin, sum fíggjar kommunala virksemið. Framsókn vil hava skattin niður.

Kommunan skal tæna borgaranum og tryggja, at tað verður rikin ein skynsamur
og ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur. Vit hava góðar tíðir í løtuni, og Tórshavnar kommuna er væl fyri. Fíggjarliga er onki til hindurs fyri, at kommunan veitir tænastur á høgum stigi.