Hanna Jensen tekur sæti á tingi

Í sambandi við at Poul Michelsen fer í stutt farloyvi, tekur Hanna Jensen sæti á tingi. Hanna Jensen er næst á listanum og hetta er fyrstu ferð hon fer á ting. Hanna er næstforkvinna í Framsókn og var eisini millum teira, ið tóku stig at stovna flokkin.

Fyrsti tingfundur er settur á skrá til hósdagin 19. januar.