Róaldur er 42 ár og uppvaksin í Hoyvík. Hann býr enn í Hoyvík saman við unnustu og tveimum døtrum á 11 og 5 ár.

Handilslívið í miðbýnum betri kor

Handlar í Havn kvalast! Parkeringsmøguleikar eru vánaligir. Loyvi fæst ikki til ábøtur av gomlum vinnubygningum. Upplatingartíðirnar eru ov stirvnar. Øll møgulig tilvildarlig tiltøk verða kroyst inn í miðbýin uttan at vinnurekandi verða spurd. Býurin verður enntá stongdur fyri ferðslu fleiri dagar av árinum uttan tey vinnurekandi hava nakra ávirkan. Nógv undarligt gongur fyri seg í “samstarvinum” millum kommunu og vinnurekandi.

Handilslívið má sleppa at virkað frítt. Parkeringshús mugu gerast, men akutti tørvurin beint nú kundi verið loystur við at einsrættað vegirnar mitt í býnum og mála parkeringsbásar í hini síðuni. Um handlar hava tørv á útbyggingum ella umvælingum má hetta kunna gerast smidligari, uttan alt pappírsveldi. Man skal sleppa at hava opið 24 tímar um man vil. Og handilslívið má sleppa uppí part tá tiltøk uttanifrá kroysta seg framat miðbýnum.

Róaldur Jákupsson
Valevni fyri Framsókn