Fleiri valmøguleikar og størri frælsi

Eg velji at stilla upp til kommunuvalið í Eysturkommunu við tí endamáli at vaksa um valmøguleikarnar og økja um frælsið hjá borgarunum.


Hetta ljóðar kanska eitt sindur løgið at fara til val uppá, men fylg mær eina løtu, so skal eg greiða frá, hvat eg meini við.

Lat meg fyrst siga, at vit hava tað sera gott her. Vit hava eina vælvirkandi kommunu og ein positivan hugburð millum fólk. Tað gongur væl, pengar eru til, og fólk koma til kommununa at seta búgv. Vit hava nógv at vera errin av - bæði vinnuligt, ítróttarligt og mentanarligt.

Mín sannføring er tann, at tey størstu framstigini og nýbrotini henda ikki innan og/ella vegna politisku skipanina, men sum úrslit av fríum fyritaksemi millum fólk, feløg og fyritøkur.

Jú meira ábyrgd tú tekur frá fólki, tess minni ábyrgdarkenslu hava fólk. Tí skal kommunan ikki vera ov nógv ein stigtakari, men heldur ein positivur viðspælari. Ikki standa í vegin, men heldur lata upp fyri møguleikum.

Av somu grund er eisini umráðandi, at myndugleikarnir ikki taka ov stóran part av pengunum hjá fólki inn í skatti, tí so taka vit virkismøguleikarnar og ábyrgdina frá fólki. Og tá ið peningurin fyrst er farin inn í almennu skipanina, er longu ein stórur biti farin av køkuni, áðrenn teir koma útaftur. Tí ræður um at taka sum minst inn av fyrstan tíð.

Og av teimum pengunum, sum kommunan ræður yvir, skal hon vera sparin. Tað er jú skattgjaldarans peningur. Tí skal hvør króna vendast og allar útreiðslur umhugsast og støðugt hyggjast eftir. Vit skulu tora at velja loysnir, sum lata upp fyri, at fólk taka ábyrgd sjálv, og sum ikki binda ovurstórar útreiðslur á kommununa.

Fyri at taka eitt aktuelt dømi so hava vit ein bráðfeingis tørv á plássum á dagstovni. Fyri at loysa tað, kunnu vit sum tað fyrsta endurstovna dagrøktina, sum var skipan, mong vóru góð við. Hon kann virka sum ein buffari, meðan tørvurin á útbygging ella nýbygging verður kannaður og mettur. Men lat okkum ikki steðga har. Tí vit kunnu lata foreldur taka ábyrgd og ansa sínum børnum mest møguligt sjálv, lata vit upp fyri eini líknandi skipan, sum tey hava í m.a. Svøríki og Danmark, har pengarnar fylgja barninum. Soleiðis kunnu foreldur, sum velja at vera um børnini sjálv, fáa eina upphædd útgoldna fyri tað. Soleiðis skapa vit fjølbroytni og valmøguleikar, samstundis sum vit loysa ein akuttan trupulleika.

Sama meginregla eigur at vera galdandi fyri eldrarøkt. Eldri fólk, sum ikki vilja á stovn, eiga ikki at verða noydd. Lata vit upp fyri, at pengarnir kunnu fylgja teimum eldru, so skapa vit ein valmøguleika, soleiðis at um nú onkur av teirra næstu ynskir tað, so hava tey møguleikan at ansa sínum kæru, uttan fíggjarligt hóttafall.

Og sjálvandi skal heimatænastan raðfestast sambært ynskjum hjá brúkarunum og teirra næstu, heldur enn at øll meira ella minni skulu trýstast á sambýlir og ellisheim. Lat okkum lata upp fyri fleiri valmøguleikum og størri fjølbroytni.

Víkingur, Varðin, PRG, Ósbjørn Jacobsen arkitektar, Eivør, Tavan, G! Festival og Høvdavirkið eru bert nakrar av sterku ímyndunum av okkara kommunu. Tað er tó ikki kommunan, sum hevur byrjað ella skapt tey, men fyritaksemi hjá einstaklingum í samstarvi. Kommunan er sjálvandi ein konstruktivur viðspælari. Og tað er modellið vit skulu brúka.


Vit skulu lata upp fyri fleiri valmøguleikum og størri frælsi hjá hvørjum einstøkum og á tann hátt fáa meira dynamikk og nýskapan og harvið trivnað og framgongd.

Jón Tyril
valevni á lista F