Breytaskipanin endurskoðast?

Samgongan setti sær fyri at endurskoða sokallaða breytaskipanin á miðnámi, sum varð sett í verk í august 2013. Lógarverkið varð samtykt í Løgtinginum 2. mai í 2012.

Tá samgongan tók við fóru vit inn í triðja skúlaárið eftir hesi skipan, og fyrstu næmingarnir skuldu tískil útskrivast skjótt. Tí var høvi at taka pulsin á allari skipanini – fakliga, fíggjarliga og trivnaðarliga, fyri næmingar og starvsfólk. 

Síðan august 2013 er sera nógv komið fram um, hvussu munandi skipanin er broytt – ikki bara til tað góða. Eitt álvarsmál er, hvussu kravd undirvísing í fremmandamálum er skerd ógvusliga, uttan at nakar kann siga okkum, hvørja dygd vit hava fingið í staðin. 

Ein annar álvarsamur spurningur er, hvussu vit skulu skipa okkara fyrireikingarbreyt (HF skipan) í nærmastu framtíð viðvíkjandi høvuðsendamáli og viðvíkjandi, hvat hon gevur atgongd til av hægri útbúgvingum í framtíðini. 

Tvørfakligu skrivligu avrikini hava havt nógvar avbjóðingar við sær, sum krevja broytingar í mun til dagatal, vegleiðing, døming og møguliga munnliga próvtøku. 

Nógv annað kundi verið nevnt í breytaskipanini, sum hevur uppiborið eina endurskoðan og endurhugsan, tí hon er ómetaliga týdningarmikil partur av grundarlagnum hjá Føroyum, í mun til hvussu okkara fólk verður skúlað og førleikament.

Nú er so langt fráliðið, at í juni verður fjórði árgangur útskrivaður eftir breytaskipanini frá 2013. Havandi í huga, at lond sum Finnland hava eina fasta reformtíð á 10 ár liggjandi í sínum skúlaskipanum, fyri at vera frammarlaga og fyri ikki at stagnera, so má sigast, at orðingin “at endurskoða” næstan er farin um evsta dato, nú enn einki er at frætta úr Mentamálaráðnum um hesa týdningarmiklu skipan, har bróðurparturin av hvørjum árgangi av føroyingum gongur fyri at útbúgva seg til eina komandi starsvleið.

Tí eru hesir spurningar nú settir avvarðandi landsstýriskvinnu:

1) Hvussu gongur við arbeiðinum at eftirmeta og dagføra breytaskipanina frá 2013, sum føroyskt miðnám er skipað eftir? 

2) Eru broytingar og dagføringar neyðugar at gera í skipanini, sum varð sett í verk fyri nú fimm og einum hálvum ári síðan? 

3) Hvør er tíðarætlanin hjá landsstýrismanninum fyri møguligar broytingar og teirra gildiskomu? 

4) Hvussu nógvur peningur er spardur við at farið varð yvir til breytaskipanina í 2013

Les spurning og viðmerkingar her:https://logting.fo/files/casewrittenquestion/857/046.18%20spm%20fra%20H.Jensen%20til%20R.Dam%20vidv%20breytaskipanina.pdf

Hanna Jensen, Føroya løgting