Oda er valevni fyri Framsókn til kommunuvalið 8. november.

Betri kor fyri ferðavinnuna

Ferðavinnan er í stórum vøkstri, og vit skulu duga at fáa nakað fíggjarliga burturúr henni, samstundis sum vit skulu skapa bestu karmarnar fyri okkara ferðavinnu og ferðafólkini.

Fyri at gera lívið lættari hjá okkara matstovuvinnu, mugu vit lata upp fyri, at matstovur, caféir og skeinkistøð kunnu hava longri opið enn til á midnátt alt summarið og tá ið tiltøk eru í okkara kommunu, t.d. landsdystir.

Henda broyting er fyrst og fremst til gleði fyri okkum sjálv og harumframt til gleði fyri okkara ferðafólk og ikki minst útisetar, sum eru heima í summarfrí. Hví skal alt lukka kl. 24, tá ið vit hava summarfrí og sita og hugna okkum t.d. niðri í Vágsbotni?

Skulu vit ikki heldur lata eftirspurningin gera av, nær vit lata upp og lukka? Skulu vit ikki loyva vinnuni at tjena alt tað, hon kann, meðan ferðafólkini eru her? Sølan um summarið er tann, sum skal gjalda oljurokningina um veturin, tá ið ferðafólkini eru farin.

Sum størsta kommuna í landinum mugu vit ganga á odda og skapa bestu korini fyri okkara ferðavinnu.

Oda W. Andreasen
Valevni fyri Framsókn