Nú verða ljóðbøkur javnsettar við prentaðar bøkur!

Tann 27.november setti eg landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum
ein skrivligan fyrispurning um ójavnan millum ljóðbøkur og prentaðar bøkur í
landsins reglum um meirvirðisgjald (MVG). Og eg kann við gleði staðfesta, at
ikki alt tekur langa tíð í politikki, og viðhvørt fáa vit skjót úrslit!



Í gjár, tann 7.desember, kom greitt svar frá
landsstýriskvinnuni, at hon eftir at hava fingið spurningin, tók avgerð um, at
gera broytingar í kunngerð og vøruskránni beinanvegin. Vøruskráin kemur fyri
løgtingið í næstum, og tá er ætlanin, at flyta ljóðbøkur úr vøruflokki 8523,
sum rindar meirvirðisgjald í sambandi við sølu ella innfluting, og í vøruflokk  4901, sum eru vørur frítiknar frá MVG.



Politikkur er viðhvørt stór tøk og stórar broytingar, men
politikkur er eisini at fylgja við í sokallaðum smáum málum, har støðan hjá
borgarum kann bøtast við smærri rættingum. Hetta er eitt tílíkt dømi.



Men arbeiðið við at styrkja um støðuna hjá føroyskum
ljóðbókum, til gagns fyri mangar føroyingar, er als ikki komið á mál hervið.
Vit hava eina nýggja frágreiðing frá Ljóðbókatænastuni hjá Føroya
Landsbókasavni, har m.a. verður mælt til, at:



- at seta arbeiðsbólk at orða neyva ætlan fyri
ljóðbókaøkið 



- at seta verkætlanarstarvsfólk at samskipa arbeiðið og
greina avbjóðingar viðvíkjandi rættindum, tøkni, arbeiðshátti, v.m. í
framtíðini



- at avgerð verður tikin, um Ljóðbókatænastan framvegis skal
gera skúlabøkur til ljóðbøkur, ella um NÁM skal taka yvir hesa uppgávu



- at seta hóskandi játtan av til økið, so 25 % av føroyskum
bókum kunnu verða framleiddar sum ljóðbøkur



Lesið spurningar og svar her: https://logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs?caseWrittenQuestion.id=848&menuChanged=55



Nú fyrsti smásteinur verður tikin úr skógvinum, so má ferðin
setast upp á hesum teininum, har vit renna fyri sakini føroyskar ljóðbøkur!



Hanna Jensen