Persónligt frælsi
Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.
Vinnuligt frælsi
Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg.
Tjóðskaparligt frælsi
Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.

Tíðindi

Ferðavinna í Føroyum

18. Nov 2017

Aðalorðaskiftið um innlendismenning av ferðavinnuni í Føroyum var júst í løgtinginum og vit hava hoyrt væl fyrireikaðar og engasjeraðar framsøgurøður, sum eru komnar inn á mangar ymiskar hjáknýttar tættir í ferðavinnuni. Men fyrst og fremst viðgera vit evnið sum eitt vinnumál. Hetta er ein...

les meir

Pensjónsnýskipan løgd fram

03. Nov 2017

Vit eru ikki sørt errin av at kunna leggja fram nýggju pensjónskipanina í dag. Hetta hevur verið drúgt og rúgvismikið arbeiði, sum hevur vart í skjótt fleiri áratíggju. Loksins at koma á mál við einum samlaðum uppskotið kennist ómetaliga væl. ...

les meir

STÓRU SAMGONGUFLOKKARNIR SÝTA FØROYINGUM PRESIDENT-EMBÆTIÐ Í NORÐURLANDARÁÐNUM

29. Okt 2017

Heimasíðan hjá Framsøkin Ung skrivar soleiðis í dag: Um vikuskiftið var árligi aðalfundurin hjá Ungdommens Nordiske Råd (UNR), sum er samsvarandi felagsskapur við Norðurlandaráðið, bert fyri Ungdóms politikarar. Ein partur av aðalfundinum er at velja forseta. Í ár, sum nakað heilt serligt,...

les meir

Men tú gongur bara allíkavæl

28. Okt 2017

Røða, í sambandi við útbúgving av starvsfólki til parkinsonøkið. Vit kenna hvussu sjúka fer við okkum. Ikki bara sum sjúka, men sum samleiki. Frá at vera eitt vælvirkandi menniskja, verður tú frá einum degi til annan sjúklingurin. Sjúkan verður tín samleiki, ella...

les meir

Røða um Lóg um stjórnarskipan Føroya

24. Okt 2017

Røða hildin á løgtingi 24. oktober í sambandi við fyrstu viðgerð av Lóg um stjórnarskipan Føroya Vit viðgera í dag eitt lógaruppskot, sum fór til hoyringar á ólavsøku í ár. Drívmegin ar gerast sjálvbjargin, at gera meira og meira sjálvi og...

les meir

Poul Michelsen svarar fyrispurningi frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyrireikingar í samband við yvirtøku av flóttafólkamálum, ið er partur av útlendingamálum.

12. Okt 2017

Svar uppá fyrispurning frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 17/2017, viðvíkjandi fyrireikingar í samband við yvirtøku av flóttafólkamálum, ið er partur av yvirtøkuni av útlendingamálum. Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvørji flóttafólk ætlar landsstýrismaðurin at flyta til Føroya, og hvaðani eru...

les meir

Bergun Kass: Røða á eldradegnum

29. Sep 2017

Góðu áhoyrarar! Lítli Kristjan visti hví nøkur fingu grátt hár - "tað er fyri at vit skulu síggja, at tey eru gomul," segdi hann. Jú, vit hava hug at trekkja uppá smílibandið, men eru vit so nógv øðrvísi. ...

les meir

Svar uppá fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi ferðavinnumenning á útoyggj

18. Sep 2017

Svar frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, upp á fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, í løgtingsmáli nr. 11/2017, viðvíkjandi ferðavinnumenning á útoyggj Spurningurin var soljóðandi: 1) Hvussu gongur við ætlaðu innlendis menningini av ferðavinnuni? 2) Hvussu verður tryggjað, at útoyggjar, smápláss og avvarðandi partar...

les meir