Persónligt frælsi
Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.
Vinnuligt frælsi
Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg.
Tjóðskaparligt frælsi
Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.

Tíðindi

Nú verða ljóðbøkur javnsettar við prentaðar bøkur!

08. Des 2018

Tann 27.november setti eg landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum ein skrivligan fyrispurning um ójavnan millum ljóðbøkur og prentaðar bøkur í landsins reglum um meirvirðisgjald (MVG). Og eg kann við gleði staðfesta, at ikki alt tekur langa tíð í politikki, og viðhvørt fáa vit skjót úrslit! Í...

les meir

Nýggj og trygg heim til 100-tals vaksin og børn

07. Des 2018

Næstu árini verður ferð sett á bústaðarbyggingina. Hetta fer at gera sítt til, at hundraðtals vaksin og børn fáa atgongdtil skikkaðar og tryggar bústaðir fyri rímiligan kostnað. Tað verður Bústaðir í tøttum samstarvi við privat og kommunur, sum fer at standa...

les meir

Skilabesta loysnin má raðfestast høgt

06. Des 2018

Eg fegnist um svarið frá nýsetta landsstýrismanninum í samferðslumálum, har hann sigur, at Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, sum knýtir landið saman. Hann sigur eisini, at best var, um tunnilin var klárur, tá koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin. Sum...

les meir

Eldraøkið fram til 2022

30. Nov 2018

Býráðssamgongan, ið tók við í 2016, við Framsókn, Fólkaflokkinum og Tjóðveldi, hevði eldraøkið frammalaga í huga og raðfesting. Vit vildu lyfta økið, soleiðis at okkara eldru fáa tíðarhóskandi og virðilig kor umframt bestu røktar- og umsorganarviðurskifti, tá tørvur er á...

les meir

§ 52a Fyrispurningur um MVG-frítøku av ljóðbókum, settur Kristinu Háfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum,

27. Nov 2018

1. Skulu ljóðbøkur roknast sum útgávur av prentaðum bókum, sum jú eru frítiknar MVG-skyldu, ella skulu tær roknast sum ein vøra fyri seg, sum er MVG-skyldug? 2. Hvør er metti kostnaðurin fyri landið, um ljóðbøkur koma á listan yvir vørur frítiknar fyri MVG?...

les meir

§ 52a Fyrispurningur um Gøtudalstunnil, settur Heðin Mortensen, landsstýrismanni í samferðslumálum,

22. Nov 2018

Fyrispurningur um Gøtudalstunnil, settur Heðin Mortensen, landsstýrismanni í samferðslumálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvør er støðan í málinum um tunnil millum Gøtu og Skálafjørðin og nær kann verkætlanin væntast at verða gjørd?2. Hvør er støðan í málinum um veg um...

les meir

Tjóðpallur Føroya, professionalisma og gandakend nánd

20. Nov 2018

Sunnukvøldið var eg til leik í gula húsinum í Tórsgøtu, Tjóðpalli Føroya, og upplivingin var ein opinbering av teimum heilt forkunnugu. Eitt jólaævintýr eftir Charles Dickens, sum hann skrivaði í 1843, stóð livandi fyri okkum hesa løtuna. Boðskapurin, um at góðska, umsorgan, samkensla og...

les meir

Einki er viðlíkahaldsfrítt - heldur ikki atkvøður

08. Nov 2018

Í Løgtinginum liggur uppskot um at gera Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum. Sambært uppskotinum skal farast undir tunnilin beinanvegin og hann skal gerast liðugur í 2019. Verður uppskotið samtykt, er støðan tann, at 5 tunnlar verða gjørdir samtíðis; Eysturoyartunnilin, Sandstunnilin, Hvalbiartunnilin, Dalstunnilin umframt hendan til...

les meir