Persónligt frælsi
Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.
Vinnuligt frælsi
Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at
tryggja, at vinnan er burðardygg.
Tjóðskaparligt frælsi
Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.
17. Jan 2019
Samgongan setti sær fyri at endurskoða sokallaða breytaskipanin á miðnámi, sum varð sett í verk í august 2013. Lógarverkið varð samtykt í Løgtinginum 2. mai í 2012. Tá samgongan tók við fóru vit inn í triðja skúlaárið eftir hesi skipan, og fyrstu næmingarnir skuldu...
08. Des 2018
Tann 27.november setti eg landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum ein skrivligan fyrispurning um ójavnan millum ljóðbøkur og prentaðar bøkur í landsins reglum um meirvirðisgjald (MVG). Og eg kann við gleði staðfesta, at ikki alt tekur langa tíð í politikki, og viðhvørt fáa vit skjót úrslit! Í...
07. Des 2018
Næstu árini verður ferð sett á bústaðarbyggingina. Hetta fer at gera sítt til, at hundraðtals vaksin og børn fáa atgongdtil skikkaðar og tryggar bústaðir fyri rímiligan kostnað. Tað verður Bústaðir í tøttum samstarvi við privat og kommunur, sum fer at standa...
06. Des 2018
Eg fegnist um svarið frá nýsetta landsstýrismanninum í samferðslumálum, har hann sigur, at Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, sum knýtir landið saman. Hann sigur eisini, at best var, um tunnilin var klárur, tá koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin. Sum...
30. Nov 2018
Býráðssamgongan, ið tók við í 2016, við Framsókn, Fólkaflokkinum og Tjóðveldi, hevði eldraøkið frammalaga í huga og raðfesting. Vit vildu lyfta økið, soleiðis at okkara eldru fáa tíðarhóskandi og virðilig kor umframt bestu røktar- og umsorganarviðurskifti, tá tørvur er á...
28. Nov 2018
1. Skulu ljóðbøkur roknast sum útgávur av prentaðum bókum, sum jú eru frítiknar MVG-skyldu, ella skulu tær roknast sum ein vøra fyri seg, sum er MVG-skyldug? 2. Hvør er metti kostnaðurin fyri landið, um ljóðbøkur koma á listan yvir vørur frítiknar fyri MVG?...
22. Nov 2018
Fyrispurningur um Gøtudalstunnil, settur Heðin Mortensen, landsstýrismanni í samferðslumálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvør er støðan í málinum um tunnil millum Gøtu og Skálafjørðin og nær kann verkætlanin væntast at verða gjørd?2. Hvør er støðan í málinum um veg um...
20. Nov 2018
Sunnukvøldið var eg til leik í gula húsinum í Tórsgøtu, Tjóðpalli Føroya, og upplivingin var ein opinbering av teimum heilt forkunnugu. Eitt jólaævintýr eftir Charles Dickens, sum hann skrivaði í 1843, stóð livandi fyri okkum hesa løtuna. Boðskapurin, um at góðska, umsorgan, samkensla og...